nation_1nation_1nation_1
phone

333 123

Fyritøkan:

Lakeside byrjaði sum ein familjufyritøka í 2005, at gera útferðir á Vatninum til Bøsdalafoss.

Tað eru vit, Ólavur Poulsen, konan Asta og dóttir okkara Jóna, sum eru vertir og ferðaleiðarar.

Nú eru aðrir partaeigarar úr ferðavinnuni komnir uppí at styrkja felagið.

Navnið Lakeside,

brúktu bretar um bygdina Vatnsoyrar undir hersetingini, tá RAF hevði høvuðstøð í bygdini, eftir at heimafólkið var burturflutt.

Báturin Lakeside:

Ein tvíkilju flaki úr alivinnuni hjá Luna ið var tikin úr nýtslu, fekst og síðan umbygd til ferðafólkabát.

Til umbyggingina varð mesta brúkt ‘endurnýtslu’ tilfar og egin arbeiðsmegi.

Ferðafólkarúmið / salongin er samansett av einum kampingvogni, einari havastovu og nøkrum elementum til busskýli. Stólarnir, ið eru breiðir og góðir, eru fingnir frá Atlantsflogi, sum fekk sær lættari og smalari stólar í staðin. Fyrstu vóru tað 12, men nú eru teir 19, og framvegis er gott pláss og rúmligt. Tvíkiljan rullar ikki og tí vælegnað tá tað verður borðreitt og gestirnir fáa sær.

Góðar útferðir og góð undirtøka.

Beinanvegin varð greitt at hesar samansettu útferðirnar sum góðu gestunum fleiri upplivingarnar í einum, fingu góð viðmæli og undirtøkan varð góð. Hettar at tú kanst sigla og njóta mat og drekka samstundis, fyri síðan at fara í land og ganga í tí sjálsamu og friðsælu náttúruni í Oyrum, var og er ‘fantastiskt’. Gestirnir siga vanliga: ‘Hettar høvdu vit ikki roknað við – hettar má upplivast’.

 

Tveir tættir avmarka virksemi:

Nógvur vindur gevur vindvág/aldu, sum strævið er at sigla ímóti, so ferðin fer niður í einki. Vanliga siga vit at 12 m/sek er tað mesta. Hettar førir avlýsingar við sær sum eru sera keðiligar fyri kundan og fyri okkum.

Hin avmarkingin loyvda talið av ferðafólki, sum er 12 í løtuni, hóast gott pláss er til 19. Hettar førrir við sær at tað eru sera nógvir bólkar sum vit ikki fáa tikið. Arbeitt verður við at fáa loyvið hækkað.

 

Nýggjan bát.

Tørvurin fyri størri bátur hevur verið eyðsýndur frá byrjan av; og at tað ikki verður avlýst vegna veður. Tí er nýggjur bátur teknaður, sum kann taka fleiri ferðafólk og sum kann sigla í øllum veðrið, alt árið. Báturin verður rikin við el-megin og tí heilt uttan óljóð og CO2 dálking. Hettar er ein sera spennandi verkætlan og sera gott tilboð hjá føroysku ferðavinnuni alt árið.

Konseptið verður tað sama, siglitúrur, spáki- ella gongutúrur, njóta mat og drekka og fáa frásagnir aftur við. Báturin verður heilt ljóðleysur; siglast kann í øllum veðrið við fleiri gestum og størri, betri og fleksiblari karmar umborð sum verða lagaðar til einstaklingarnar, bólkarnar ella bólkin. Stórt ferðafólkarúm við stórum vindeygum og við borðumog stólum sum verða stillað upp eftir tørvi og ynskjum, gott pláss til 50 fólk, - og sjálvandi verður siglt alt árið.

Lakeside Sightseening | ©2014 Design & Developed by APPNET